Heðin D. Poulsen og Kári Petersen eru nýggir í Sjálvstýrisflokkinum. Báðir hava uttan úrslit roynt at komið á ting fyri ávikavist Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin - teir hava umboðað hesar flokkar sum eykatingmenn. Teir vóru misnøgdir við sínar flokkar og fóru upp í Sjálvstýrisflokkin.
Tá Kári Petersen fór úr Javnaðarflokkinum, boðaði hann frá, at tað júst var fiskivinnupolitikk Javnaðarfloksins, hann ikki kundi stuðla.
Í nevnda lesarabrævi, sum teir sendu 19. august spyrja teir, um Sjálvstýrisflokkurin er burðardyggur og vísa á týdningin av, at høvuðsvinnan skal vera í tipp-topp standi.
»Búskaparliga skal veiðan helst minkast enn meira, tí fyri at vinnan aftur skal fáast at geva yvirskot, so er neyðugt, at munandi færri skip eru í vinnuni enn í dag.
Vit mugu tíverri staðfesta, at umboðið hjá tí flokki, sum vit hava rikið atkvøður til, ikki hevur lagt fram nakað alternativ til daganiðurskurð til tess at náa hesum málum um lívfrøðiliga burðardygga og búskaparliga gevandi fiskivinnu.«, skrivaðu teir.
Og síðani kemur almenna hóttanin:
»Stór ónøgd er í flokkinum, men vit mæla limum floksins til at møta fjølmentir á teimum báðum høvum, sum nú fara at standa í boði, á aðalfundi í Streymoyarfelagnum 9. september og so tíðliga í oktober á landsfundi.
Har fara vit at leggja fram uppskot um, at flokkurin í framtíðini skal arbeiða fyri øllum tiltøkum, sum føra fram móti burðardyggari fiskivinnu eftir lívfrøðiligari og búskaparligari ráðgeving.«
Kári Post legði kongin júst 9. september, so nýggju sjálvstýrismenninir fingu sín vilja - og fingu Dr. Kára í staðin fyri Kára Post...