Hóttu við at rýma undan løgmanni

Ruðuleikin á Landssjúkrahúsinum heldur fram og um vikuskiftið kom tað so langt, at øll leiðslan hótti við at leggja frá sær eftir eina misálitisváttan frá sjálvum løgmanni

- Tað er púra greitt, at vit uppfataðu hetta sum um at leiðslan á Landssjúkrahúsinum varð uppsøgd.

Tað staðfestir Allan Skaalum, stjóri á Landssjúkrahúsinum

Ruðuleikin á Landssjúkrahúsinum heldur fram og um vikuskiftið kom tað so langt, at øll leiðslan hótti við at rýma.

Tað er sjálvur løgmaður, sum hevur lopið øði í leiðsluna á Landssjúkrahúsinum í eini grein í Dimmalætting fríggjadagin.

Har staðfesti løgmaður, at hann hevði ikki fult álit á leiðsluni á Landssjúkrahúsinum og tað er orsøkin til, at ein uttanhýsis kanning nú skal setast í verk av fíggjartørvinum hjá føroyska heilsuverkinum.

Landssjúkrahúsið hevur greitt politiska myndugleikanum frá fíggjartørvinum, men Løgmaður er ikki nøgdur við frágreiðingarnar og vil hava fleiri prógv á borðið.

Løgmaður ger eisini greitt, at Landssjúkrahúsið skal ikki vænta sær meiri pening uttan at bygnaðarbroytingar verða gjørdar samstundis og hann staðfestir somuleiðis, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal kannast í sama viðfangi fyri at sleppa undan dupultfunktiónum.


Kreppufundur við Hans Paula

Allan Skaalum sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er í iva um, hvønn veg, útsøgnin hjá løgmanni vendir, tí talan er um eina blaðsamrøðu og tað kann hava elvt til misskiljingar.

- Men sum tað stendur skrivað, hevur landsins hægsti politiski leiðari staðfest, at hann ikki hevur álit á okkum. Tað er ógvuliga álvarsligt og tað er ikki yvir at dylja at tað vekir undran, leggur hann afturat.

- Tað er rættiliga óvanligt, at landsins fremsti politiski leiðari sigur sína hugsa um eina stovnsleiðslu á hendan hátt. Eg havi ikki sæð tað fyrr og í veruleikanum veit eg ikki, hvat eg skal halda um tað.

Men tað er ikki løgmaður, sum varar av Landssjúkrahúsinum, tí tað liggur undir landsstýrismanninum í almanna-og heilsumálum, Hans Paula Strøm.

Tí hevur kreppufundur verið um vikuskiftið ímillum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og Almanna- og heilsumálaráðið.

Allan Skaalum sigur, at leiðslan vildi hava at vita frá almanna- og heilsumálaráðnum, hvussu hendan atfinningin frá Løgmanni skuldi skiljast og tey vildu hava at vita, hví løgmaður hevur følt á sær, at tað var tað rætta at koma við eini slíkari útsøgn beint nú.

- Eg veit ikki, hvar hendan mannagongdin kann enda við, leggur hann afturat.

Men Allan Skaalum staðfestir, at hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum var útgangsstøðið fyri hesum fundum, at øll leiðslan varð søgd úr starvi.

- Tað var mín greiða fatan, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum varð søgd úr starvi og tað var útfrá hesum, at vit fóru á fund við Hans Paula Strøm.

- Men landsstýrismaðurin bað okkum um at verða sitandi og hann vísti okkum álit á ein hátt, sum ikki er til at misskilja, sigur Allan Skaalum.


Sigast á rætta stað

Hinvegin væntar Allan Skaalum avgjørt, at atfinningarnar frá løgmanni verða førdar fram á røttum staði ístaðin fyri bara í eini grein í bløðunum.

- Rætta staðið at føra slíkt fram, er almanna-og heilsumálaráðið ella beinleiðis við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

- Tað hevði verið natúrligt, tí eg vænti, at meinar løgmaður tað, hann er endurgivin fyri, eigur hann at taka tað upp á røttum staði.

Men hvat sigur tú til at Løgmaður rør framundir, at Landssjúkrahúsið ikki skal fáa neyðugu játtanina næsta ár uttan so at bygnaðarbroytingar verða gjørdar?

- Eg skilji hetta ikki sum um at kravið um bygnaðarbroytingar er til Landssjúkrahúsið einsamalt, men til alt heilsuverkið. Tað er eisini ein vanlig misskiljing, at kanningin, sum skal setast í verk, er bara av Landssjúkrahúsinum, men eg havi altíð skilt tað soleiðis, at talan um at kanna øll trý sjúkrahúsini.


Tað er eitt mark

Hinvegin staðfestir Allan Skaalum eisini, at tað er eitt mark fyri, hvat leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil standa modell til.

- Tað vit hava staðið lagt rygg til nú í langa tíð, kann viðhvørt uppfatast sum spurningar, viðhvørt sum atfinningar, men viðhvørt eisini sum beinleiðis ágangur.

- Vit hava staðið á breddanum so áhaldandi og so leingi, at einasta orsøk til, at vit verða sitandi er, at okkara egni Landsstýrismaður og landsstýrið sum heild, alla tíðina hevur latið vitað, at hann hevur fult álit á okkum.

- Men grundleggjandi sáar ein slík útsøgn sum hendan hjá løgmanni iva um tað, leggur hann afturat.

- Hetta er ein sera útsøgn, sum av álvara hevur fingið okkum at umhugsa, hvørjar avleiðingarnar av slíkari framferð verður, tí eg dugi ikki at skilja, hví tað var neyðugt at koma við eini slíkari útsøgn beint nú og tað enntá ið einum blaði.

Og Allan Skaalum staðfestir í somu løtu, hann merkir, at álitið á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum er farið at rilla, pakkar hann í sekkin.


Ótryggur við kanning

Annars sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum at hann er rættiliga ótryggur við ta ætlaðu kanningina, sum eitt uttanhýsis ráðgevarafelag skal gerast.

- Eg havi onki ímóti eini kanning, men framferðin ger meg ótryggan. Í hesum føri er tað fíggjarmálaráðið, ið stendur sum fyriskipari og biðjur eina útlendska fyritøku gera kanningina og tá er tað lætt at síggja hetta sum eina kraftiga atfinning á Landssjúkrahúsinum.

Allan Skaalum spyr eisini, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, skuldi tað víst seg, at kanningin kemur til tað úrslit, at fíggjartørvurin á Landssjúkrahúsinum er minni enn tað, sum Landssjúkrahúsið sjálvt hevur mett.

- Skal tað so føra til ógvusligar sparingar teir báðar síðstu mánaðirnar?, spyr hann.

Hann sigur, at tá er so langt útliðið, at tað er óhugsandi at seta sparingar av týdningi í verk.

Hinvegin ivast hann ikki í, at vísir kanningin, at tørvurin er størri enn Landssjúkrahúsið hevur mett, fer tað í besta føri at føra við sær, at virksemið heldur fram óbroytt og at tað ikki fer at føra til hægri játtan.

- Tað merkir, at í besta føri kann Landssjúkrahúsið vænta, at virksemið heldur fram á sama støði sum nú.

Tí skilir hann tað soleiðis, at einasta endamálið við kanningini er at vita, um sjúkrahúsleiðslan er nóg dugnalig.

Hann leggur afturat, at hevði talan verið um eina kanning, sum almanna- og heilsumálaráðið var við í, so at hon eisini hevði ein heilsupolitiskan dám, hevði tað verið øðrvísi, men her er eina og aleina talan um eina búskaparliga kanning, har virksemið skal lagast eftir játtanini og ikki eftir, hvørjar heilsutænastur, vit vilja bjóða føroyingum, sigur Allan Skaalum.