Teir somalisku sjórænararnir, sum rændu danska farmaskipið Danica White og manningina fyri næstan trimum mánaðum síðani, hóttu við at lata yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda fáa manning og skip. Tað sigur ein somaliskur felagsskapur í Danmark, sum eisini vil vera við, at tað var hendan hóttanin, sum at enda fekk reiðaríið at rinda loysigjald í gjár, so manningin slapp leys.
Hans Tino Hansen hjá felagnum Protocol hevur drúgvar royndir frá samráðingum við sjórænarar, og hann hevur eisini verið uppi í málinum um Danica White. Hann heldur tó ikki, at hóttanin um at selja al-Qaeda skip og manning skal takast í fullum álvara.
-Vit vita, at al-Qaeda hevur havt eina deild í somaliska høvuðsstaðnum Mogadishu, men hon hevur verið illa kroyst í seinastuni, so hetta hevur neyvan havt nakað upp á seg, sigur Hans Tino Hansen við danska útvarpið.
Reiðarin á Danica White, Jørgen Folmer, vil ikki siga, hvussu nógv sjórænararnir fingu í loysigjaldi. Hann fegnast um, at manningin er latin leys. Hinvegin hevur hann ikki so nógv at fegnast um, tá tað snýr seg um sjálvt skipið, tí hann hevur fingið at vita, at sjórænararnir eru farnir við øllum, sum hevði nakað virði.
Fakfelag misnøgt
Danska sjómannafelagið hevur boðað frá, at tað fer ikki at sleppa málinum um Danica White. Felagið fer nú at fyrireika enduregjaldskrøv ímóti reiðarínum, tryggingarfelagnum hjá reiðarínum og uttanríkisráðnum í Keypmannahavn.
Felagið hevur boðað frá, at tað er sera misnøgt við, hvussu teir ymsu partarnir hava handfarið sjóránið. Í samrøðu við DR í gjárkvøldið spurdi eitt umboð fyri fakfelagið hjá sjómonnunum, um uttanríkisráðið hevði brúkt somu mannagongd, um ein bussur við donskum ferðafólkum bleiv rændur í eitt nú Turkalandi. Sjálvur helt hann, at uttanríkisráðið og reiðaríið hjá Danica White hava víst manningini ógvuliga lítla virðing seinastu næstan tríggjar mánaðarnar.