Tað vóru rokfundir í vinnunevndini mánadagin, týsdagin og mikudagin, tá ið fiskidagaskipanin var til viðgerðar.
Tað gjørdust so heitt eitt skifti, at hótt varð ið samgongusliti.
Men so vítt kom tað ikki, og endin varð, at vinnunevndin stóð saman um heilar 40 broytingar og tað er formaðurin stak nøgdir við.
? Tað man vera sjálvdan, at ein tingnevnd er samd um so nógvar broytingar, sigur hann.
Hann váttar, at tað bleiv hótt við samgongusliti, men hann vil ikki siga, hvør tað var, sum hótti.
Partamenn stuðla ikki
Eftir viðgerðina í vinnunevndini er tað greitt, at John Petersen fiskimálaráðharri fær ikki viðhald í teimum mest grundleggjandi broytingunum hann ætlaði at fremja
Viðgerðin vísir eisini, at landsstýrismaðurin enntá fekk sínar politisku partamenn ímóti sær, tí eisini teir báðir fólkafloksmenninir í nevndini, Jógvan á Lakjuni og Jákup Suni Joensen tóku undir við øllum hinum nevndarlimunum um at kolldøma ætlanina hjá John Petersen.
Mest grundleggjandi broytingin, sum landsstýrismaðurin ikki fekk viðhald í var, at tað skal bera til at umseta fiskidagar ímillum bólkarnar 3, sum eru línuskip yvir 110 tons og bólk 4 B, sum eru útróðrarbátar størri enn 40 tons.
? Skal umsetiligheit verða ímillum bólkarnar, eigur vinnan at vera hoyrd, er vinnunevndin samd um.
Hinvegin er vinnunevndin ikki samd um talið á fiskidøgum.
Landsstýrismaðurin skeyt upp at lækka dagatalið 10%.
Meirilutin í vinnunevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, mæla til at lækka dagatalið 5%.
Meirilutin heldur ikki, at tað er nøkur lívfrøðilig grund til at lækka dagatalið útfrá teimum tilmælum, sum eru komin.
Áðrenn dagatalið verður lækkað meir, eigur spurningurin at verða viðgjørdur um, hvussu fiskiflotin verður fíggjarliga betri fyri, heldur meirilutin. Minnilutin, umboðini fyri javnaðarflokkin og sambandsflokkin, mæla til, at dagatalið verður óbroytt eftir tilmælið frá skipanarnevndini. Minnilutin vísir eisini á, at orsøkin til, at landsstýrismaðurin vil lækka dagatalið, er at tvinga meiri umsetiligheit í vinnuna og tað tekur mininlutin ikki undir við.