Høvdavirkið fimm ár

Í dag eru tað fimm ár síðani Høvdavirkið Faroe Marine Products (FMP) byrjaði framleiðsluna av turkaðum høvdum. Í tí sambandi hevur leiðslan bjóða øllum fiskavirkjum og øllum kundum at koma á vitjan á virkinum. Eirikur á Húsamørk er stjóri á FMP, og hann greiðir Sosialinum frá, hvussu tað hevur verið at byrja eina fyritøku frá grundini og arbeitt hana upp til tað, sum hon er í dag

- Vit hava allatíðina havt sera gott samband við íslendingar, sum hava turkað fiskahøvd í nógv ár. Teir eiga 45 % í virkinum, meðan familjan hjá okkum eigur 45%. Samstarvið við teir hjálpti okkum at fáa eina góða byrjan. Teir komu við vitanini, og tí sloppu vit undan at gera teir vanligu byrjunar-brølararnar. Longu í okkara fyrsta framleiðsluárið koyrdi tað, sum tað skuldi, sigur Eirikur á Húsamørk

Við árunum hava teir á FMP sjálvir ment framleiðslumannagongdir og turkimátar, sum íslendingar eisini hava tikið til sín. Soleiðis hava báðir partar notið gott av samstarvinum.

FMP fær bíliga orku frá brennistøðini í Leirvík, og uttan tað hevði virkið ikki borið seg.

- Tað krevur nógva orku at turka høvd. Í Íslandi er orkan sera bílig, og vit hava so samrátt okkum til ein kappingarføran prís frá IRF. Tað hevði ikki borið til at havt slíka framleiðslu annars, sigur Eirikur.

Meginparturin av framleiðsluni hjá FMP verður útflutt til Nigeria, har ið høvdini verða nýtt til krydd. Í Afrika er tann ræsti smakkurin ein leskibiti, men tey fáa ikki framleitt hann í Afrika. Ein vanligur nigeriani má gjalda eina heila dagsløn fyri at fáa eitt fiskahøvd, so tað sigur eitt sindur um, hvussu væl dámd tey eru har.

Høvdavirkið varð valt til ársins virki í 2005. Hetta er nakað, sum tey eru sera errin av í Leirvík.

- Vit eru errin av, at vit uppá so stutta tíð hava fingið so góð úrslit. At vit vórðu vald til ársins virki í fjør var enn eitt herðaklapp. Men eg má eisini rósa fólkunum, sum valdi ársins virki, fyri at tey tordu at taka eitt somikið øðrvísi val. Tað kann tykjast eitt sindur umvent, at ársins virki brúkar slógv í framleiðsluni og útflytir matvøru til menningarlond. Soleiðis kunnu vit síggja, at tað er nógv broytt tey síðstu árini, sigur Eirikur.

Hann metir, at tann sannroynd, at FMP brúkar spillvøru til teirra framleiðslu eisini kann hava havt ávirkan á avgerðina. Teir fáa nógv burturúr fiskahøvdum, sum annars høvdu verið blakað burtur.

- Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við fiskavirkini, sum vit keypa høvdini frá.

Leiðslan í FMP ætlar ikki at liggja á løtu síðuni, hóast tað hevur gingið væl. Teir arbeiða við nógvum ætlanum um at víðka um virksemi.

- Vit sóu eitt gott høvi at fáa grót, tá ið undirsjóvartunnilin varð gjørdur. Vit hava planerað eitt øki á 1200 fermetrar, sum kann nýtast til framtíðarvirksemi.

Eirikur á Húsamørk vil ikki koma nærri inn á hvørjar ítøkiligar ætlanir teir hava.

- Tað má tíðin vísa, sigur hann.

Tó sigur hann, at teir arbeiða sera miðvíst við at framleiða djóraføði úr pelagiskum fiski.

- Vit vóna, at tað kann gerast enn eitt bein hjá okkum at standa á. Afrikanski marknaðurin kann vera óálítandi, sop tað er stórur vági við einans at stasa uppá hann. Tí hevði fyritøkan verið tryggari, um vit eisini framleiddu eina vøru til keyparar í ídnaðarlondunum.