Høvuðspersónarnir í bretska valstríðnum


 

Tony Blair (Formaður fyri Labour)


Tony Blair er føddur 6. mai í 1953 og er sostatt 49 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á St. John´s College í Oxford. Í 1976 fekk hann loyvi at virka sum advokatur.


Tony Blair starvaðist sum advokatur, til hann í juni 1983 varð valdur í bretska tingið umboðandi Labour. Í 1988 varð hann valdur út til Shadow Minister við ábyrgd fyri orkumálum, og í 1989 fekk hann ábyrgdina av arbeiðaramálum.


Eftir niðurlagið hjá Labour á valinum í 1992 útnevndi táverandi leiðarin fyri Labour, John Smith, hann til at fáa høga sessin sum Shodow Minister fyri innanríkismálum. Tvey ár seinni varð hann valdur til floksformann í Labour.


Á einum landsfundi í 1996 fekk hann stuðul til hugskotið sítt um New Labour, og saman við John Prescott eydnaðist tað honum at økja um limatal floksins, so flokkurin í 1997 hevði 400.000 limir og var skjótast vaksandi flokkurin í Evropa.


Við valið í mai 1997 førdi Tony Blair Labour til størsta sigurin, flokkurin nakrantíð hevði upplivað.


Tony Blair er giftur Cherie Booth, og eiga tey fýra børn


-----------------------------------


John Prescott (Labour)


John Prescott er føddur 31. mai 1938, og er hann sostatt 64 ára gamal. Hann er fyrrverandi sjómaður.


John Prescott gjørdist limur í Labour í 1954. Og eftir at hava siglt sum sjómaður og starvast fyri The National Union of Seamen varð hann valdur í bretska tingið umboðandi Labour í 1970.


Í 1975 varð Prescott valdur í Evropa tingið, har hann frá 1976 til 1979 var formaður í tingbólkinum hjá Labour.


Eftir tapið hjá Labour á valinum í 1979 fór John Prescott at leggja størri orku í arbeiðið í bretska tinginum. Hann var framsøgumaður í málum, sum snúðu seg um samferðslu, arbeiðsmarknaðin og um orkupolitikk fram til 1983. Frá 1983 til 1997 var Prescott limur í skuggaministeriinum hjá Labour.


Tá Tony Blair í 1994 varð valdur til formmann í enska arbeiðaraflokkinum, valdi flokkurin samstundis John Prescott til næstformann.


Efir stórsigurin við valið í 1997 gjørdist John Prescott varaforsætisráðharri, eins og hann gjørist ráðharri við ábyrgd fyri umhvørvismálum, samferðslu og økismálum.


John Prescott er giftur Pauline, og eiga tey tvey børn



Robin Cook (Labour)


Robin Cook er føddur 28. februar í 1946 og er sostatt 55 ára gamal. Hann er útbúgvin á Aberdeen Grammar School og á University og Edinburgh. Cokk var lærari í fimm ár, til hann sum 28 ára gamal bleiv limur í undirhúsinum umboðandi Labour.


Tey fyrstu tíggju árini í bretska tinginum hoydi Cook til vinstraveingin flokki sínum. Men í áttatiárunum leitaði hann sær longur inn móti politisku miðjuni. Í 1981 gjørdi hann upp við Tony Benn, sum tá var leiðari av vinstraveinginum.


Í 1983 hevði Robin Cook ein týdningarmiklan leiklut í spælinum um, hvør skuldi gerast leiðari fyri Labour. Tað eydnaðist at fáa Neil Kinnock valdan til leiðara fyri flokkin. Og harafturat eydnaðist tað Cook og Kinnock at nýmótansgera flokkin og slappa av við illa dámda vinstrahalla politikkin.


Í mai 1997 varð Robin Cook útnevndur uttanríkisráðharri. Sama ár gjørdist hann miðpunkt í einari politiskari uppgerð millum teir konservativu og Labour, eftir at hann hevði gjørt av at fara frá konuni, hann hevði verið giftur við í 28 ár, og í staðin fara saman við skrivara sínum.



Wiliam Hauge (Formaður fyri Konservartiva flokkin)


Wiliam Hauge er føddur 26. mars 1961 og er sostatt 40 ára gamal.


Sum 13 ára gamal seldi Hauge tinsoldatarnir og legði í staðin alla orku í politikk. Hann hevði Margareth Tatcher sum sína stóru fyrimynd. Longu sum 16 ára gamal hevði hann sín fyrsta veruliga politiska leiklut, tá hann slapp at halda talu á landsfundi hjá teimum konservativu.


Hauge fekk framúr gott prógv í Oxford, og gjørdist hann forseti fyri Oxford Union, árenn hann tók handilsligt prógv í París og fekk starv sum ráðgevi hjá ráðgevingarfyritøkuni, McKinsey.


Í 1983 gjørdist Hauge røðuskrivari fyri Geoffret Howe og Leon Brittan í brestska Fíggjarmálaráðnum. Í 1989 kom hann á ting, í 1993 gjørdist hann vara ráðharri í almannamálum. Tvey ár seinni gjørdist hann ráðharri fyri Wales.


Eftir stóra ósigurin hjá teimum konservativu við valið í mai 1997 gjørdist Hauge nýggjur formaður fyri konservativa flokkin. Hauge er yngsti formaðurin, flokkurin hevur havt.



Charles Peter Kennedy (Leiðari fyri Liberal Democrats)


Charles Peter Kennedy er føddur 25. november 1959.


Charles Kennedy er føddur og uppvaksin í Skotlandi. Hann hevur lisið á University og Glasgow. Liðugur at lesa arbeiddi hann eitt skifti fyri BBC í Skotlandi.


Meðan hann var lestrarferð í sambandi viðPhd uppgávu sína, fekk hann brádliga í boði at stilla upp fyri Social Democratic Party til eitt lokalval í Skotlandi. Og til stóra undran varð Charles Kennedy valdur inn í Undirhúsið, sum yngsti tingmaðurin í Bretlandi nakrantíð.


Charles Kennedy var millum forsprákararnar fyri, at SPD legði saman við Liberal Party eftir valið í 1987. Nýggi flokkurin kom at eita Liberal Democrats, og Kennedy varð valdur til leiðara floksins í august 1999.


Kennedy er ógvuliga væl lýddur millum fólk. Men kortini hava fólk ivast, um hetta fór at geva úrslit til valið í gjár.



Arthur Scargill (Leiðari fyri Socialist Labour Party)


Arthur Schargill er føddur 11. januar 1938. Hann varð føddur í einari bygd í Yorkshire, og fór tíðliga at arbeiða á eini verksmiðju og síðani í einum kolanámi. Og júst kolanám eiga æruna av tí, hann er í dag.


Í 1955 gjørdist Scargill limur í National Union of Mineworkers, ið er fakfelagið hjá bretskum námsarbeiðarum, og í 1966 gjørdist hann limur í Labour.


Arthur Scargill var oddamaður í 358 daga langa námsarbeiðaraverkfallinum í 1984 og 1985. Hetta gjørdi hann rættuliga kendan. Mál hansara var at steðga ætlanunum hjá Margareth Tatcher, um at lata aftur kolanám kring alt landið.


Tá Tony Blair í 1994 varð valdur til formann í Labour, føldi Scargill, at flokkurin slepti sosialistisku hugsjónini, ið eftir hansara tykki var ein partur av Labour. Hetta gjørdi, at Bretland 1. mai 1996 fekk ein nýggjan flokk á vinstraveinginum. Hesin flokkur er Socialist Labour Party, ið Arthur Scargill er formaður fyri.