Hávur hevur oyðilagt róðrið

Nú rógva Livar Nysted og teir uttan róður, og teir hava slept øllum vónum um at seta met. Nú er tað ein spurningur, um teir hava nóg mikið av mati, og um teir náa upp land í øllum góðum

 

Fyrradagin skrivaði Livar Nysted, at teir høvdu bara 900 fjórðingar eftir.

Í løtuni liggja vit til metið, sum skjótasti bátur um Atlanshavið. Vera vit inni áðrenn klokkan 24, tann 23. í hesum, so er metið okkara, sigur Livar Nysted.
Men nú er støðan broytt.

Tí fyri fimm døgum síðani setti ein hávur tenninar í bátin.

Livar Nysted skrivaði soleiðis fyrradagin:

– Fyri trimum døgum síðan, var ein forferduligur brestur undir bátinum, og eitt orduligt sett kom í bátin. Eg lá og svav í kabininu har afturi, tá ið tað hendi, og eg visti ikki, um eg var keyptur ella seldur. Tá vit svumu undir bátin í dag, sóu vit merkir á róðrinum, har í ein rættiliga stórur hávur hevði sett tenninar í. Tíbetur er róðri hjá okkum sterkt, sigur Livar Nysted.

Men seinni hevur tað víst seg, at hávurin hevði gjørt nógv størri skaða enn fyrst hildið.

Rógvararnir ansaðu eftir, at Rose ikki helt kósina. Sjálvstýrarin varð koplaður frá, og tá ið roynt varð at stýra við hond, vísti tað seg, at róðrið als ikki riggaði.

Tá ið tað varð kannað nærri, vísti tað seg at hávurin hevði bitið so ógvusliga í róðrið, at tað nú er oyðilagt.

Róðrið mátti takast av og hivast umborð.

Ralph Tuijn, skipari á Rose, skrivar, at hann fer at gera eina roynd at bøta um róðrið, men vónirnar eru lítlar, tí teir hava ikki amboð umborð at gera róðrið aftur. Trupulleikin er eisini, at festið, sum róðrið situr í, er so mikið illa bognað av hávaálopinum, at tað ikki er vist, at teir fáa róðrið á aftur.

Ralph Tuijn sigur, at tað hevur verið ein rættiliga stórur hávur, sum leyp á teir.

– Tá ið eg hyggi eftir bitmerkjunum í róðrinum, kann eg staðfesta, at tað eru um fimm sentimetrar millum tenninar, sigur hann.

Nú rógva teir fimm menninir uttan róður og teir rógva bátin øvugt, tað vil siga, at teir rógva eftir reyv. Tað gongur seint, umleið tveir fjórðigar um tíman.

Nú hava rógvararnir slept øllum vónunum um at seta met. Tað ræður um at halda kós, halda ferðini og vóna, at teir vinna upp land, meðan teir enn hava mat umborð.

##med2##

Ralph Tuijn skrivar soleiðis:

- Ferðin er ikki stór, men kósin er okey, og passatvindurin tykist at vera støðugur í ár, og tað mugu vit vóna, at hann verður einar tvær vikur afturat, so hann spakuliga kann føra okkum til Ceyenne. Lág ferð merkir, at vit ikki hava nokk av mati. Einastu bátar, vit síggja, eru fiskifør. Vit fara at royna at rópa á onkran teirra á VHF’inum og vita, um teir ikki kunnu hjálpa okkum og geva okkum vistir umborð, skrivar Ralph Tuijn, skipari.

Teir hava umleið 870 fjórðingar eftir.

##med3##