Hoyvíkingar skuldu royna at koma aftur á røttu kós, tá ið VÍF vitjaði í Hoyvíkshøllini fyrr í dag. Undan dagsins dysti hevði H71 tapt báðar dystirnar áðrenn, sum vóru ímóti ávíkavist Neistanum og KÍF. VÍF kom eisini til Hoyvíkar við tapi í viðførinum, tí fyri góðari viku síðani taptu vestmenningar í høllini á Hálsi ímóti Kyndli.
Dysturin í dag var spennandi í fyrra hálvleiki, har liðini vóru jøvn. Men í seinna hálvleiki settu hoyvíkingar vestmenningar so dyggiliga upp á pláss og vunnu heili 28-17.
Tað var tó ongin, sum kundi síggja fyri sær, at endaligi munurin skuldi blíva so stórur. Hálvleiksstøðan var 10-10. Men í seinna hálvleiki vardi H71 sera væl og samstundis gekk eisini væl betri við málskjótingini hjá hoyvíkingum. Hetta gjørdi, at endaligi munurin ímillum liðini bleiv heili 11 mál.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Julian Olsen hjá VÍF reytt kort, tá ið hann feldi Pætur Thomsen hjá H71, sum rann við fullari ferð ímóti málinum.
H71 var ein av sínum vanligu leikarum, Jónas Djurhuus, fyriuttan í dag, tí at hann fekk beinleiðis reytt kort og leikbann, tá ið H71 tapti ímóti KÍF síðsta vikuskifti.
Úrslitið merkir, at H71 er oddalið í deildini við 8 stigum. Tó er líkt til, at FTZ-deildin verður nógv meira spennandi í ár enn í fjør, tí at VÍF, Neistin og Kyndil hava somuleiðis 8 stig, men tó verri málúrtøku enn H71.
Málskjúttarnir í Hoyvík vóru hesir:
H71-VÍF 28-17 (10-10)
H71: Peter Krogh 8, Rúni Vest Højgaard 4, Pætur Thomsen 4, Dánjal Tórgarð 3, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Nolsø 2, Tróndur Arge 2, Sigmundur Dahl 1, Niklas Højgaard Hanusarson 1 og Andor Sivertsen 1.
VÍF: Filip Jojic 8, Hanus Christophersen 2, Julian Olsen 2, Andrias Eriksen 2, Sjúrður Olsen 1, Bjarti Hansen 1 og Jugoslav Djumic 1.