VÍF hevði tískil møguleikan at hevna tapið í FM-finaludystunum í fjør. Og fyrstu løtuna sá bjart út hjá vestmenningum. Hoyvíkingar ressaðust skjótt aftur. Hálvleiksstøðan var 14-14. Eftir hvíldina skiftust liðini at hava leiðsluna, og tá samanumkom var H71 omaná. Endaliga støðan varð 24-22 til H71.