H71 brendi ov illa

H71 hevði fleiri málroyndir enn Partizan Beograd, men tað sást ikki aftur á máltalvuni.

Mennirnir hjá H71 leiktu í kvøld fyrra Europa Cup dystin móti Partizan Beograd niðri í Serbia.

 

H71, ið var tekniskt heimalið í kvøld tapti 21-27. Í steðginum var Partizan á odda 14-11.

 

H71 hevði 53 málroyndir, men bert 21 av teimum góvu mál. Trnavac í málinum hjá Partizan bjargaði 51,22 prosent av málroyndunum H71 hevði móti málinum hjá honum.

 

Seinni dysturin niðri í Serbia verður leiktur sunnudagin klokkan 17. H71 má vinna við sjey málum fyri at vinna seg víðari í kappingini.

 

H71-Partizan Beograd 21-27 (11-14) - Fyrri dystur Europa Cup

 

Málskjúttar H71: Rói Ellefsen á Skipagøta 8, Suni Dalsgaard 3, Rókur Ziskason 2, Tórmóður P. Djurhuus 2, Baldur Gillason 2, Sveinur Olafsson 2, Sakir T. Frýdal 1, Jón Rói M. Høgnesen 1.

 

Alexander Lein Martinsen bjargaði 32,43 prosent av málroyndunum hjá Partizan.