Hoyvíkingar hava vunnið FM í manshondbólti í 2012!
Triðja og avgerandi finalan hevur verið í Kollafirði í dag, og H71 vann 21-20 ímóti KÍF, sum harvið framvegis bíðar eftir fyrsta FM sigrinum. Hetta er onnur ferðin, at H71 er FM vinnari.
Talan var um sera tætta og spennandi uppgerð, har tað meiri vóru verjurnar, ið stóðu seg væl heldur enn álopini.
KÍF var á odda 8-7 í hálvleikinum, men í 2. hálvleiki legði H71 seg við Esberni Patussson á odda framum, og tað eydnðist at økja um leiðsluna, so hon varð trý mál. KÍF svaraði aftur og minkaði um munin niður í eitt mál, og tá ið ein hálvur minuttir var eftir, fekk KÍF møguleikan at javna í síðsta álopinum, men tað eydnaðist ikki, og so var talan um ovurhonds fagna millum H71 viðhaldsfólkini.
Tað er merkisvert, at allar tríggjar finalurnar endaðu við teprum eitt mála sigrum. Mikukvøldið vann H71 við einum máli í Kollafirði, í gjár vann KÍF við einum máli í Hoyvíkshøllini, og í dag tryggjaði H71 sær FM við 21-20 sigri í Kollafirði.
H71 hevur eina ferð áður vunnið FM. Tað var í 2009.
KÍF vann grundspælið, men kollfirðingar eiga framvegis fyrsta FM heitið til góða. Hetta var triðja ferðin, at KÍF var í FM finaluni.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, hevur handað H71 steypið, sum er staðfesting av, at hoyvíkingar hava vunnið Atlantic Airways kappingina.
---
Teir eru komnir í helvt í triðju og avgerandi uppgerðini um FM heitið í hondbólti hjá monnum.
Tvær tær fyrstu finalurnar endaðu við, at ávikavíst H71 og KÍF vunnu við einum máli, og aftur í dag er tað ógvuliga javnt.
Um ein hálvan tíma verður greitt, hvør verður FM vinnari, men í løtuni ber ikki til at siga nakað um, hvør tað verður.
KÍF er frammanfyri við einum máli. Støðan er 8-7. Tað ber boð um, at talan er um tvær ógvuliga stinnar verjur, og at tað í 1. hálvleiki hevur verið torført í álopspartinum, bæði hjá KÍF og H71.
Høllin er stúgvandi full, og tað er øgiligur spenningur í ítróttarhøllini í Kollafirði!