Í fjør legði H71 rygg til fyrsta tapið hjá nøkrum liði ímóti Team Klaksvík í bestu mansdeildini, og tað sveið fast. Eisini í ár hevur tað tikið fast hjá hoyvíkingum at fara til Klaksvíkar, tí fyri einum lítlum mánaði síðani endurtóku klaksvíkingar bragdið og sendu H71 avstað aftur sum av torvheiðum.
Men leygardagin í Hoyvíkshøllini var talan um annan dyst, tí longu í fyrra hálvleiki hevði H71 vundið so mikið burtur úr Team Klaksvík, at níggju mál vóru á muni. Gestirnir fingu ikki frið til at fóta sær fyri steðgin og tað kostaði teimum so dýrt, at H71 veruliga fekk hevnd fyri farnar eyðmýkingar.
Í seinna hálvleiki megnaði H71 ikki at halda fast við sama »suverenitetin«, men allíkavæl var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið. Team Klaksvík átti seinna hálvleik, men tað munaði ikki meira enn so, at hoyvíkingar vunnu við seks málum, tá avtornaði.
Við sigrinum fekk H71 styrkt sær um støðuna og er ein av biðlunum, ið liggja framvið at sleppa í FM-finaluna. Og Team Klaksvík, sum veruliga hevur tikið øll á bóli í vetur, er altso ikki meira enn eitt stig aftan fyri hoyvíkingar, so enn kann nógv spennandi henda í kappingini hjá monnunum, ið aftur í ár er víðopin fyri flestu av liðunum.