H71, Neistin og Kyndil vunnu

Tríggir dystir vóru spældir í Atlantic Airways deildini í kvøld.

 

Í ítróttarhøllini á Skála vann H71 31-27 á StÌF. StÍF var annars á odda 16-15 í steðginum.

 

Í Høllini í Vestmanna vann Neistin 36-30 á VÍF. Støðan í hálvleikinum var 17-14 til Neistan.

 

Toppskjúttar hjá Neistanum vóru: Jugoslav Djumic 8, David Edvardsen 8, Heini Hanusarson 7, Finnur Hansson 6, Áki Mørk 4.

 

Toppskjúttar hjá VÌF vóru: Sámal Jákup Djurhuus 5, Jákup Suni Andreasen 5, Jóan Pauli Høgnesen 5, Áki G. Olsen 4, Magnus Müller 4.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil ein sannførandi 34-20 sigur á botnliðnum, Team Klaksvík.

 

Støðan í Atlantic Airways deildini :

 

1 Neistin 9 317-240 +77 17 stig

2 KÍF 9 262-218 +44 15 stig

3 Kyndil 9 236-224 +12 10 stig

4 H71 9 246-242 +4 10 stig

5 VÍF 10 271-252 +19 8 stig

6 StÍF 8 185-196 -11 4 stig

7 Team Klaksvík 10 216-361 -145 0 stig