H71 styrkir sær støðuna

Ikki sørt av spenningi var undan dystinum í Hoyvíkshøllini í dag. H71 kundi við einum sigri tryggja sær triðjaplássið, og fara nakað frá teimum niðaru liðunum

Vestmenningar byrjaðu dystin betur, og løgdu seg á odda við trimum málum. Hetta mynstrið hevur verið vælkent hjá H71, og hevur verið júst tað, sum teir mangla í at vunna. Hetta vendi tó beinanvegin, og H71 skoraðu fimm mál áðrenn VÍF aftur kom á máltalvuna til støðuna 5-4. Síðan gekk bara betur og betur hjá H71, og leiðslan tók at økjast javnt. Tá 20 min. vóru farnir var støðan 9-7 til H71. Vestmenningar steðgaðu fullkomuliga upp, og tá tað var komið til hálvleik var H71 frammanfyri við 8 málum, og støðan var 17-9.


Tætt móti endanum

Tá annar hálvleikur byrjaði, helt H71 fram við sama góða spæli. 10 min. inn í annan hálvleik vóru 10 mál á muni og støðan var 23-13. So kom fullkomuliga stígur í hjá okkara monnum. VÍF fór at verja longur frammi og meira ágrýtið. Hetta dámdi ikki okkara monnum og gjørdust teir skjótt ráðaleysir og lítið framfýsnir. Dysturin gjørdist heilt spennandi móti endanum, og støðan gjørdist bæði 25-24 og 26-25 áðrenn dysturin loksins endaði, við einum eittmáls-sigri til H71. Úrslitið gjørdist 27-26 til H71. Gongdin minti um fyrra dystin í Vestmanna millum somu lið. Tá dróg VÍF longra stráðið.



Fakta:

H71-VÍF 27-26 (17-9)

Málskjúttar:

H71: Esbern Paturson 11 (5), Dánjal Tórgarð 5, Bárður Brimvík 3, Halgir D. Olesen 3, Janus Sørensen 3, Niels V. Niclasen 1, Eyðun Højgaard

VÍF: Agnar Joensen 9, Sámal Joensen 6 (3), Áki Olsen 3, Niels Andreasen 3, J. Andreasen 3, Bjarti Hansen 2

Brotskøst: H71 5, VÍF 3

Útvísingar: H71 4, VÍF 3

Dómarar: Ragnar & Rúni