Carl Herup Olsen, David Edvardsen, Áki Mørk og Finnur Hansson býttu hesa ferð málini millum sín.
Neistin hevur ikki havt nakran stórskjútta í hesum kappingarárinum. Og tað vísir seg at vera ein stórur fyrimunir, tí allir taka ábyrgd í álopsspælinum. Verður Áki Mørk mansvardur, skýtur ein annar málini. Verður Finnur Hansson mansverður, skýtur ein annar málini. Soleiðis er tað hvørjaferð.
Hoyvíkingarnir vistu ikki, hvussu teir skuldu verja fyri Neistanum í gjár. Oddaliðið vann greitt við sjey málum, 28-21.
Ingi Olsen og Heini Hanusarsson vóru ikki við hjá Neistanum, men tað gjørdi ikki petti. Styrkin og breiddin á liðnum er ræðandi, og sigurin var enn ein staðfesting av, at eingin steðgar Neistanum.