Håkan Ericson: Prosentini eru 80-20 til Häcken

Svenska Aftonbladet hevur frittað føroyska landsliðsvenjaran, Håkan Ericson um KÍ

Í kvøld klokkan 19.45 byrjar fyrra uppgerðin í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini millum KÍ og svensku meistararnar, BK Häcken við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Stóri svenski miðilin, Aftonbladet hevur frittað føroyska landsliðsvenjaran, Håkan Ericson um KÍ. 

 

- Prosentini eru 80-20 til Häcken. KÍ kann sigast at vera Malmö FF í Føroyum, sigur Håkan Ericson við Aftonbladet.

 

- Í føroysku liguni eru tað fýra lið, sum eru á einum støði fyri seg, og stríðast hesi um meistaraheitið og heiðursmerkini. Hini seks liðini í liguni eru ikki líka góð. Av hesum fýra liðunum hevur KÍ verið greitt best tey undanfarnu árini.

 

Í Klaksvík hava tey ítróttarligu úrslitini, tey hava tað ríkasta felagið við einum væl skipaðum felagsskapi og einum góðum akademiið. KÍ fær nógvan stuðul á staðnum. Uttan aðrar paralelir kunnu vit siga, at KÍ er sum Malmö FF, ið er sterkasta liðið í Svøríki á heimavølli, sigur Håkan. 

 

- Hetta verður ein sera áhugaverdur dystur. Eg fái ofta spurningin um hvussu góður fótbólturin er. Hetta verður ein góður mátistokkur, men eg haldi fast við, at tað er 80-20 til Häcken, greiðir Håkan frá.

 

Spurdur um hvør er tann størsta hóttanin hjá KÍ, svarar Håkan: - Miðvallarin, Árni Frederiksberg. Vinstri fóturin hjá honum er ein stór hóttan tá KÍ hevur hornaspørk og fríspørk. Hann var fyrr við á landsliðnum, men satsar nú uppá sína sivilu yrkisleið saman við at spæla fyri KÍ, sigur Håkan við Aftonbladet.