Hægstirættur: Fyrrverandi bankastjóri skal gjalda 231 milliónir

Stjórin hevði ábyrgdina fyri tapum upp á fýra lán, sum vórðu givin uttan kredittmeting frammanundan.

 

Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix

231.725.168 krónur. Pluss rentur.

Tað skal fyrrverandi stjórin fyri Roskilde Bank gjalda Finansiel Stabilitet fyri leiklut sín í fallinum hjá bankanum fyri meira enn 10 árum síðani. Tað hevur Hægstirættur gjørt av í dag.

Harvið hevur evsti dómstólur í Danmark mett, at stjórin hevði endurgjaldsábyrgd fyri miss upp á fýra lán, sum vórðu latin uttan kredittmeting frammanundan.

Fýra fyrrverandi nevndarlimir vóru fríkendir.

Tann 3. mars í 2009 fór Roskilde Bank konkurs.

Finansiel Stabilitet hevði fyri ta tíð tikið yvir virksemið bankans, og setti krav um endurgjald ímóti fýra bankans stjórnar- og nevndarlimum.

Landsrætturin hevur áður fríkent allar.

/ritzau/

 

Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix