Men ongin Breddi í útvarpinum, í staðin fyri plátuspælarin settur frá, dagin á tamb sambært skránni, ramasjang dagen lang.
Hugsaði annars at tað verið upplagt at spurt og prátað um, hvønn týdning grundlógin fekk fyri okkara land og fólk, tá hon varð sett í gildi fyri 176 árum síðani? Og hvønn týdning hevur hon enn tann dag í dag? Og evt. eisini um útlitini fyri at vit fáa okkara egna grundlóg, stjórnarskipanarlóg, eitt arbeiði sum skjøtil varð settur á fyri 27 árum síðani?
Men nei, ongin áhugi. Public Service útvarpið onki uttan plátuspælaran. Omaná hevur KVF so eisini sloyfað Dag og Viku í dag – tí tað er grundlógardagur. Í høvuðstíðindum útvarpsins á middegi var grundlógardagurin ikki tikin uppá tungu!
Nú var tað jú so, at Grundlógin varð atvoldin til at Føroya Løgting varð endurreist. Hugdi har, Onki. Heldur ikki í Tinganesi. Ella Skúla og Kirkju. Børn og arbeiðspláss halda frí, men vita kanska nóg illa hví.
Hóast at Grundlógin legði grundarlagið undir alt okkara frælsa virksemi. Gav okkum almennan atkvøðurætt, talufrælsi, trúarfrælsi, frælsi at skipa okkum í feløg, samkomufrælsi, vinnufrælsi, rættin til arbeiði og til at vinna sær uppihald, friðhalgan av ognarrætti, friðhalgan av persónligu rættindum okkara og rætt til stuðul í sosialari trongstøðu.
At vit ikki hátíðarhalda grundlógardagin og umrøða ta stórhendingina, tá øll hesi okkara mest grundleggjandi persónligu og samfelagsligu rættindi av fyrstan tíð vórðu knæsett og grundfest, kann undirgrava okkara respekt fyri hesum rættindum, og verða ein vandi fyri at óunniligar kreftir uttan mótmæli so líðandi kunnu seta tær til viks. Tí at vit hava ikki lært at leggja nakað í tað.
Onkur sigur at líkasælan kemur av at hetta er ikki okkara grundlóg. Men jú tað er hon, sambært veruleikanum, sett í gildið fyri Føroyar, uttan mun til hvussu varð farið fram tá í 1849. Ja, vit trongja til eina dagførda føroyska grundlóg, men tað er einans føroyskum politikarum av smáligum flokspolitiskum ósemjum fyri at takka, at enn á 14. ári liggur eitt liðugt uppskot í eini skuffu og bíðar.