?Hair? aftur á Broadway

Tað er ikki bert í Hoydølum, at musikalurin ?Hair? verður framførdur í næstum. Eisini á Broadway fær ?Hair? nevniliga eisini comeback eftir 40 ár. Musicalurin hevur verið framførdur uttandura í kendu parkini í New York, Central Park, alt summarið og nú flytur hon so aftur inn á Broadway.

 

- Musicalurin hevur alt summarið verið sera væl umtóktur og tað er ordiliga stuttligt at uppliva, at ?Hair? framvegis tosar eins sterkt við okkum í dag sum fyri 40 árum síðani, sigur Oskar Eustis frá Public Theater, sum stendur fyri uppsetanini í Central Park.

 

Framsýningin í Central Park er longd tvær ferðir. Í byrjanini av tí nýggja árinum verður repremiera innandura.

 

Í 1967 hevði ?Hair? premieru í Public Theater og succes?in varð so stór, at musikalurin var framførdur heili 1800 ferðir.