Hetta hevur verið eitt spennandi og gott kappingarár hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Skanderborg Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Teir í Skanderborg Århus vunnu seg víðari í European League, og teir hava vunnið seg í endaspælið í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Hákun hevur avrikað væl á høgra vongi hjá Skanderborg Århus, og fyri hetta hevur hann fingið ein miklan heiður.
Hákun er nevnliga valdur at vera ársins vongur í bestu donsku deildini, HTH-liguni hetta kappingarárið.
Komandi summar fer Hákun at spæla við týska stórliðnum, Füchse Berlin.
##med2##