Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Göppingen.
Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 32-27. Í steðginum var Göppingen annars á odda 15-14, men í seinna hálvleiki var Füchse omaná.
Hákun slapp upp í part, og hann skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Füchse er fremst í bundesliguni við 49 stigum. Magdeburg er nummar tvey við 46 stigum. Magdeburg hevur tó spælt tveir dystir færri enn Füchse.
Leygardagin 13. apríl skal Füchse spæla hálvfinalu í týsku steypakappingini móti júst Magdeburg.