Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu í kvøld torføran útidyst í bólki G í EHF European League móti rumenska liðnum, Dinamo Bukarest.
Füchse Berlin vann ein tepran 33-32 sigur. Dinamo Bukarest var á odda 17-16 í steðginum.
Hákun slapp upp í part í kvøld, og hann skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar.
Füchse Berlin hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir og hevur vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Dinamo Bukarest og franska liðið, Chambery Savoie hava fýra stig. Bosniska liðið, Izvidac er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Í bólki C vann Sävehof uttan ein sjúkrameldaðan Óla Mittún 32-29 (17-14) á sveisiska liðnum Pfadi Wintherthur á útivølli.
Sävehof hevur vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Sävehof er fremst í bólki C við fullum stigatali, átta stigum fyri fýra dystir. Gorenje úr Slovenia hevur fýra stig, Pfadi Winterthur hevur tvey stig og spanska liðið, Cuenca er aftast við ongum stigi.