Tórshavnar kommuna fer nú at gera nýggj tilhaldstorg báðu megin Steinatún, eins og at niðasta hæddin í bankabygningin verður latin upp fyri borgarunum. Økið verður umskipað við millum øðrum tilhaldstorgum og felags innandura tilhaldsstaði í bankabygninginum.
Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og TG Verk, sum stendur fyri arbeiðinum í Steinatúni. Tað eru ZETA-arkitektar, sum hava teknað nýggja Steinatún, og var hetta ein partur av vinnandi uppskotinum í stóru arkitektakappingini fyri miðbýin, sum arkitektarnir vunnu í 2014.
- Steinatún er hjartað í býnum, og tí hava vit í býráðnum lagt nógv fyri at fáa dagført økið. Býarskipanarnevndin hevur somuleiðis lagt stóran dent á Steinatún millum annað í øllum arbeiðinum at gera eina miðbýarætlan, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Verkætlanin í Steinatúni er býtt upp í tveir partar. Í fyrstu atløgu verða tilhaldstorg gjørd báðu megin Steinatún, og so verður ferðslan umskipað nakað. Hetta fer at gera tað tryggari hjá børnum og øðrum at ferðast í økinum.
Pláss verður framvegis fyri bæði býarbussum og bilum, men øll henda ferðslan fer at glíða betur í framtíðini.
- Vit hava lagt dent á, at ferðslan eisini fær betri umstøður í Steinatúni. Og parkeringsplássini verða eisini varðveitt í grannalagnum, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu.
Flísar verða lagdar á tilhaldstorgini, sum eisini verða skipað við beinkjum og grønum gróðri. Bankabygningurin verður eisini latin upp úteftir. Eitt op verður gjørt soleiðis, at tilhaldstorgið verður partur av atkomuhæddini í bankabygninginum, sum verður eitt bíðipláss hjá fólki, sum bíða eftir bussum, og so verður hæddin annars eitt tilhaldsstað hjá borgarum.
Nýggj parkeringspláss verða gjørd fram við Tórsgøtu og á øðrum stað soleiðis, at tað ikki verða færri parkeringspláss í miðbýnum, hóast felags tilhaldstorgið til allar borgarar verður staðsett har, sum parkeringspláss í dag eru.
Hesin fyrsti parturin av verkætlanini verður liðugur fyri ólavsøku. Seinni parturin fatar millum annað um at flyta ferðsluljósini, sum í framtíðini fara at standa við Frelsunarherin.