Halda beina kós móti oddasessinum

Har var eingin slingur í valsinum hjá mansliðnum í flogbólti, tá teir mánadagin høvdu tveir dystir á skránni

Eftir harða dystin móti Álandi sunnudagin, var tað at kalla meira gerandisdagur hjá føroysku flogbóltsharrunum mánadagin. Tveir dystir vóru á skránni móti ávíkavist Caymann og Grønlandi, og fyrst og fremst ráddi bara um at fáa neyðugu sigrarnar, soleiðis at oddasessurin í bólkinum kundi varðveitast.

Ruddiligt
Og talan gjørdist eisini um tveir ruddiligar sigrar. Beint eftir døgurða var tað Caymann, sum stóð fyri skotum. Caymann er annars eitt av liðunum, sum hevur tikið seg nógv fram seinnu leikirnar, og ikki minst er tað undirhaldandi at síggja, tá teir í smashunum geva seg at kalla 100% hvørja tí einastu ferð. Einki við at ein bóltur kann leggjast í tómt øki ella líknandi. Har skal snøgt sagt bara power á.
Trupulleikin hjá teimum er so, at teir at kalla einki vápn hava, og hetta dugdu føroyingarnir til fulnar at gera sær dælt av. Spælið hjá okkara var munandi breiðari enn hjá mótstøðuni, og tað tók heldur ikki liðnum meira enn góðan tíma, so var sigurin fingin til høldar.
Seinni dysturin var so ímóti Grønlandi, og heldur ikki her var stórvegis at rafla um. Venjarin kundi enntá loyva sær tað luxus at senda fleiri av minni royndu leikarunum í dyst. Bæði fyri at geva hesum neyðugu royndirnar, men sjálvandi eisini fyri at spara teir, sum kunnu væntast at fáa avgerandi leiklutir seinni.
Úrslitið av dystinum talaði eisini fyri seg. Føroyar vunnu ein tryggan 3-0 sigur, og tað sigur kanska heldur ikki so lítið, at hesir báðir dystirnir tilsamans tóku minni tí enn gysarin móti Álandi gjørdi sunnudagin.
Serliga høvdu grønlendingarnir ilt við at sleppa fram við føroyska blokkinum, tá smashini vórðu latin avstað, og tó at føroyingar í fleiri førum høvdu hug at satsa ov nógv, so var tað fløvandi at síggja, at álopsspælið eisini kann vera ágangandi, hóast Rúni Weihe situr á beinkinum og hvílir seg nakað.

Gotland ella Bermuda
Enn er bólkaspælið í flogbóltinum ikki heilt liðugt, men við fullum stigatali eftir trimum dystum skal vilja heilt illa til, um føroyingarnir ikki vinna bólkin. Til hetta krevst ein sigur í seinasta dystinum, sum verður ímóti stigaleysa Jersey.
Hinvegin tykist spenningurin vera stórur um, hvat mótstøðulið føroyingarnir skulu fáa í hálvfinaluni. Her varð annars rokna við, at tað skuldi gerast Gotland, at hesir høvdu tapt fyri Saaremaa, men síðani er Bermuda av álvara farið at gera um seg. Fyrsta dystin taptu teir annars greitt fyri Saaremaa, men síðani hava teir bara vunnið, og saman við Gotlandi hava teir fýra stig fyri tríggjar dystir.
Avgerandi dysturin teirra millum skuldi leikast týsdagin, og verður tað vinnarin her, sum eftir øllum at døma skal royna seg ímóti Føroyum í hálvfinaluni.