Halda fram við semingsroyndini í dag

Men enn ber ikki til at siga, hvat úrlitið verður

Royndirnar at fáa Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at semjast um ein nýggjan sáttmála, halda fram í dag.

Men Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn ber ikki til at siga nakað um, antin nakað semingsuppskot spyrst burtur úr.

Hetta hava verið drúgvar semingaroyndir, tí tað var longu næstseinasta fríggjadag, at Fíggjarmálaráðið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kastaðu handlæði í ringin og sendi boð eftir semingsmonnunum.

Tað hevur verið rættiliga langt ímillum partarnar, og framstigini hava verið smá. Partarnir fóru hvør til sítt fríggjadagin, har teir skulu brúka vikuskiftið upp á seg kanna ymiskt tilfar, teir høvdu fingið.

Men semingsmenninir hava ikki givið upp enn og í morgun hittust partarna aftur og semingsroyndin heldur sostatt fram í dag.