Halda gongd í málinum um at gera Suðuroyartunnilin

Nú skal Løgtingið viðgera málið um at geva parafelagnum atgongd til neyðugar upplýsingar

Tað er gongd í málinum um Suðuroyartunnilin og fyrireikingarnar halda fram.

 

Og nú skal Løgtingið taka støðu til um partafelagið sum skal standa fyri tunlinum, skal fáa atgongd til allar tær jarðfrøðiligu kanningarnar, sum eru gjørdar.

 

Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva partafelagnum heimild at útvega sær øll neyðug kanningarúrslit frá Landsverki - og tað skal partafelagið fáa ókeypis.       

 

Heimildin fevnir eisini um tilfar, sum Landsverk hevur gjørt í sambandi við Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin.

 

Somuleiðis kann partafelagið fáa alt tilfar ókeypis, sum Landsverk hevur fingið frá Jarðgfeingi, Tjóðsavninum ella Umhvørvisstovuni, ella sum hesir stovnar annars hava um hendi.

 

Felagið kann eisini keypa forkanningar og annað tilfar, ið privat feløg hava framleitt ella eiga.

 

Løgmaður sigur, at partafelagið Suðuroyartunnilin er nú farið undir tær innleiðandi kanningarnar, sum skulu geva politiska myndugleikanum eitt grundarlag at taka støðu til, hvussu farast skal fram í málinum um at bora ein Suðuroyartunnil.

 

Í hesum sambandi hevur tað týdning hjá partafelagnum at fáa hendur á øllum viðkomandi tilfari, sum tað almenna hevur um verkætlanina.

 

Tað verður neyðugt, at Løgtingið samtykkit hetta, tí tað er ikki heimild til at lata tilfar sum hevur eitt peningaligt virði, ókeypis til partafeløg, sum eru leyst av tí almenna - hóast tað almenna eigur allan partapeningin.