Halda silvurbrúdleyp á Summarfestivalinum

Føroyska svarið upp á Def Leppard, Bon Jovi og Motley Crue, hevur serligt hátíðarhald á summarfestivalinum

 

Tað er ikki so ofta, at av av okkara kendastu rockbólkum, Chase, letur hoyra frá sær.

Men í summar gera teir eitt undantak, tá ið teir hava konsert á summarfestivalinum í Klaksvík beint eftir ólavsøku.

Og hetta verður einki minni enn ein 25 ára hátíðarkonsert, tí í ár eru tað 25 ár síðani, teir fyrstu ferð stigu á pall.

 

- Teir vóru føroyska svarið upp á Def Leppard, Bon Jovi og Motley Crue. Teir spældu svingandi og rock, sum fall væl í oyrað og so dugdu teir framúr væl at spæla og framføra á palli, siga fyrireikararnir

 

Fleiri av teirra sangum blivu landaplágur, eitt nú Fyrstu Ferð, Two Hearts, Tú og Eg og Sjey Míl Frá Hollywood.

Chase góvu eina fløgu út fyrst í nítiárunum, og eini fimtan ár seinni góvu teir sína seinnu fløgu út.

 

- Í báðum førum var talan um frálíkan rocktónleik, sum varð nógv at hoyra, siga tey, sum fyrireika summarfestivalin.

 

- Tað eru nú liðin 25 ár, síðani rockbólkurin Chase spældi sínar fyrstu tónar, og í ár ætla teir at halda sítt silvurbrúdleyp við gomlum landaplágum og nýggjum sangum á Summar Festivalinum.

Herfyri vóru tónleikararnir í Chase aftur í upptøkuhølunum og tóku nakrar sangir upp.

Hesir sangir verða givnir út talgildir í summar í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum.

- Tá ið Chase rundaði 20 ár, spældu teir á Summar Festivalinum, og í august fara teir aftur á pallin at framføra sínar gomlu landaplágur, umframt og nýggjar sangir.