Dansur
Norðstreymoyar Dansifelag byrjar dansiveturin við almennum dansikvøldi í Kollafirði á mikkjalsmessu.
Leygarkvøldið klokkan 21.00 lata tey dyrnar upp í Bygdarhúsinum í Kollafirði, og so verður dansað, til út móti morgni.
Noðstreymoyar Dansifelag hevur í eini 20 ár skipað fyri hesum sonevnda heystdansikvøldinum, sum plagar at savna væl av fólki, sigur felagið í tíðindaskrivi um dagarnar.
Kostnaður fyri dansin í Kollafirði leygarkvøldið 29. september verður 50 krónur.