Haldur Nielsen, Haldur hjá Mallu til minnis

Sunnudagin 9. juni andaðist Haldor.

Ein sera snøggur og raskur maður legði seg til hvíldar á foldarbeði sjeytifimm ára gamal. Ikki sást aldur á Halduri, men hugsast kann, at eftir jól í ár tyktist snúðurin vera farin úr honum, sum dottin burtur úr rovum. Hann var jú millum teirra, ið hvønn leygarmorgun var við í pensjónistasvimjingini, sum Arnfinnur Olsen tekur sær av, men var ikki við í hesum svamblandi hópi í síðstuni.
Haldur fekst nógv við seyð. Hann var røktingarmaður í Gjógvarahaga í mong ár, og átti hann seyð í Góðadali, Skarðhaga, Gjógvará, Klemmuni og Fjalli. Dygst við hús okkara, Norðuri við Bøveg, stóð hann her um veturin dag um dag og gav Fjalsseyðinum, og fingu vit mangan gott prát okkara millum. Hugsi um hann, nú slótturin stendur fyri, at hann fór altíð undir sláingina tætt við húsini og kom so niðan eftir, niðan móti Bakkabrunninum, og so lá leiðin longur niðan. Her var Haldor heilur og sælur í hesum umhvørvi. Vincent van Gogh hevur málað sáðmannin, slóttumannin og hoyggingarfólk ?. gjørt tey ódeyðilig í myndum sínum. Sum varðar tey standa í frásøgum hansara t. d. frá Saint Rémy, har hann málaði fleiri slíkar myndir í september og oktober í 1889. Hetta kundi eisini verið fólk á bygd í Føroyum, sum her vórðu avmyndað. Lagið er tað sama, íblásturin hin sami, grasið, hoyggið tað sama og liturin hin sami. Slóttumaðurin er ein alheims mynd, og stendur Haldor nú ljóslivandi sum ein spegilsmynd í myndum Vincent van Goghs.
Í grannalagnum gekk prátið ofta um seyð og seyðahald. Nú eru so Kjartan, Oluffa og Haldur farin úr hesum lítla hópi. Ikki so sjáldan róðu orðini upp undir dagsløtur í hoyna og á fjalli. Hetta er røkt fyri sinn og sál, at møtast og hava eina talingarløtu um tað, sum tú ert felags um. Tað fellur monnum og kvinnum lætt at koma á tal í góðum seyðapráti, í slóttinum og tá ið hoyggið skal fáast til høldar. Her vella orð fram úr lættum támi í strokum - sum í myndum van Goghs, og eru mong orð av Haldursa munni sett seg í Bøveg og í hógvin omanvert her.
Líggjasangurin stendur á tí grøna svørðinum frá farnum tíðum, har stráini leiftra í summarlotinum og bíða eftir eigarmanninum, sum yndisliga finnast í glógvandi litrípum hjá listamanninum van Goghs. Í teimum er Haldor Nielsen.
Hetta var bara nakað, sum rann mær til hugs, nú friðarmaðurin Haldor er farin burtur úr grannalagnum, og saknaður verður hann.
Friður veri við minnunum um Haldor.
???????????????

Frits