Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón.
Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.
1.Tess 4,13-14.
Sorgartám um fjørðin hongur,
óttin bleiv til sorg og sút,
vónin ei man trívast longur,
sjálvt tann síðsta slóknar út.
Hvat man kvirran okkum vilja,
larminum vit trívast við,
ongantíð vit kunnu skilja,
ógávan skal elva frið.
Sterkir kappar løgdu lunnar,
lívið spratt av kærleiks rót,
lagnan ikki øllum unnar,
aftur stevna heimi mót.
Fiskafongur, góður verði,
føroyingsins livibreyð,
fylti okkum mangt eitt kerði,
elvdi manga svára neyð.
Barnið trygt í móðurfangi,
ælist upp til rættan mann,
onkuntíð skal bíða leingi,
áðrenn síðsta vónin svann.
Lyftir høvdið mamman aftur,
barnsins eyga gløgt man sjá,
pilturin tá gerst so lættur,
út á havið kennir trá.
Himnafaðir høgt tú lítur
yvir hesa neyðars tjóð,
eisini tá brotið brýtur,
vermir okkum andans glóð.
Tú aleina nú kann troysta,
har í sorgin rakti meint,
sálina so illa kroysta,
leiða aftur inn á beint.
Teir tú tókst í bestu árum,
fjálgt inn í tín faðirfavn,
úti har á havsins bárum,
goym teir gott í Himnahavn.
Teir vit aftur skulu síggja
einaferð í Himnahøll,
klæddir tá í búnan nýggja,
syngjandi í kóri øll.