Hvør vinnur gullbrakið leygardagin ? og hví?
Eg vænti, at Kyndil vinnur 27-25. Teir hava fingið blóð upp á tanna eftir dystin móti Neistanum og ríða kanska víðari á tí bylgjuni leygardagin.
Hevur tú nøkur góð ráð til Kyndil?
Tað er at verja hart og kontant móti vestmenningum. Fáa teir so eisini steðga Sámal Joensen, er nógv vunnið.
Og til VÍF?
Fyrst og fremst er tað at steðga skjótálopunum hjá Kyndli, men eisini hjá vestmenningum ræður um at hava hart og kontant verjuspæl. Fáa vestmenningar brotið rútmuna hjá Kyndil, sær tað gott út hjá teimum.
-tn