Hall á danska gjaldsjavnanum

Men búskaparfrøðingar vænta, at úrslitið fyri árið verður eitt stórt avlop. Fjórða mánaðin á rað hevði Danmark hall á gjaldsjavnanum í apríl. Hallið var 700 mió. krónur, sigur hagstovan í Keypmannahavn.

Sostatt hevði Danmark 7,6 mia. krónur í galli á gjaldsjavnanum fýra teir fyrstu mánaðarnar í ár.

Búskaparfrøðingar vænta kortini, at árið fer at geva eitt rímiliga stórt avlop, tí tað, sum eftir er av árinum, fer at geva avlop, siga teir.

Danske Bank væntar, at avlopið verður millum 20 og 25 mia. krónur. Í fjør var tað næstan 40 mia. krónur.