Hallið minkast niður í eina helvt

Á tíðindafundi á miðdegi kunngjørdi Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, fíggjarkarmin komandi árini. Í tráð við tilmæli frá Búskaparráðnum skal hallið á fíggjarlógini minkasgt stigvíst úr verandi 780 milliónunum niður í 360 milliónir krónur í 2015.

Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, sigur, at talan er um úrslit av samráðingum millum fleiri flokkar, og at tað tí ikki er eitt úrslit, ið hansara egni flokkur einsamallur hevði komið til.

Í høvuðsheitinum skal miðast ímóti at:

? fáa tamarhald á hallinum og vaksandi almennu skuldini

? tryggja búskaparvøkstur

? fáa fleiri skattakeldur

? varðveita grundleggjandi vælferðartænasturnar

? sleppa undan at hækka lønarskattin

Hallið á fíggjarlógini fyri 2011 skal haldast á 645 milliónum og íløgurnar á 188,4 milliónum krónum. Einki er sett av til fiskirannsóknarskip ella til Nólsoyarferju, so ætlanin um at varðveita skipasmíð sum handverk er eftir øllum at døma slept.

Í sambandi við framløguna av fíggjarkarminum upplýsti Jóannes Eidesgaard, at rentan av lánsbrøvunum, ið Landsbankin skrivaði út fyrr í mánaðinum er sett til 3,2%.