Í samfull 34 ár hevur Hallur Heinesen av Argjum arbeitt sum pleygari á psykiatrisku deild 2 á Landssjúkrahúsinum í Havn.
Nú, Hallur hevur havt sín seinasta arbeiðsdag, ynskti leiðslan at vísa honum tann heiður at bjóða núverandi og fyrrverandi starvsfelagum, eins og øðrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum til eina hugnaliga løtu saman við honum og familju hansara.
Á hesi samkomuni, hagar nógv fólk stukku inn á gólvið, nýttu fleiri teirra høvið at heilsa honum og takka fyri tað góða samstarvið, sum tey altíð hava havt saman við Halluri.
- Hallur. Tú hevur við tíni medferð, persónleika og við tíni fakligheit verið ein fyrimynd hjá mær og mongum øðrum, tók ein teirra til í síni takkarkvøðu til Hallur.
Hóast Hallur nú hevur havt sín seinasta arbeiðsdag sum pleygari, fer hann kortini neyvan at sita fyri einki heima við hús:
Honum dámar væl at arbeiða í urtagarðinum, hann hevur bát og honum dámar somuleiðis væl at fiska síl. Haraftrat kann hann eisini fegnast um at eiga tveir abbasynir.
- Og so skal heimið heldur ikki gloymast, sigur hesin altíð so fryntligi argjamaðurin.