Vegna serligar umstøður flutti countrykongur Føroya, Hallur Joensen, fyrr í ár til Norðurjútska býin Herning í Danmarkar at búseta seg. Har verður hann búsitandi í eitt ár.
Og nógv er komið á skaftið, síðani hann flutti niður. Hann hevur víst síni kynstur á millum annað Glyngøre Camping, á countryfestivalunum í ávikavist Silkeborg og í Ålborg, á Mítt-land-tiltakinum í Amager Bio í Keypmannahavn, og saman við bólki sínum, T. Rooster band, hevur hann sungið og spælt á sjónvarpsrásini DK4 í sendingini ”Musik i Mariehaven”.
»Årets julefrokost« er heitið á einum afturvendandi tiltaki, sum Nyboe kro á Miðfjóni (Fyn) skipar fyri, og í ár verður tað Hallur Joensen, ið saman við góðum vinum, fer at undirhalda. Aftaná verður dansur, har føroyski útisetin, Simon von Konoy, syngur og spælir. Jóladøgurðin verður hildin 5. november.