Hallur kom inn miðskeiðis í seinna hálvleiki fyri Nicklas Helenius. Kenneth Emil Petersen legði AaB á odda í fyrra hálvleiki. Stutt fyri tíð staðfesti Rolf Toft sigurin við málið til 2-0. Hallur var nakað merktur av nervum, tá hann í farnu viku byrjaði inni móti FCK. Hvussu var so at koma inn hesaferð?
«Jú tað var fínt nokk, púra vanligt. Nervar vóru ikki partur av spælinum meir, og so vildi eg gjarna hevna tað frá síðstu viku. Eg kom inn á høgra mið og royndi at bjóða av, sigur Hallur Hansson.
Tann sokallaða venjaraeffektin riggaði hjá silkeborg, sum í gjár vann 3-2 á SønderjyskE. Tíverri var tað uttan Christian Lamhauge Holst, at nýggi venjarin, Viggo Jensen, fekk sín fyrsta sigur.
Við sigrinum hevur Silkeborg lagt Brøndby IF og René Joensen aftur um seg, so hesir nú liggja niðast. Brøndby IF spældu javnleik móti Esbjerg. René Joensen var á bonkinum allan dystin.