Hallur og KR møta pólskum liði í Conference League

Hallur Hansson er einasti føroyski fótbóltsútisetan, ið skal royna seg í evropeiskari kapping í summar

Møguleikin var til staðar, at liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Hallur Hansson og liðfelagarnir í KR kundu trekja HB í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League. 

 

HB trekti Newtown úr Wales, ið verður mett at vera eitt gott lutakast.

 

KR hinvegin hevði ikki hepnið við sær. Hallur og liðfelagarnir í KR trektu pólska liðið, Pogon Szczec­in sum endaði á einum triðja plássið í bestu pólsku fótbóltsdeildini undanfarna kappingarár.

 

Hallur Hansson verður einasti føroyski fótbóltsútisetin, ið fer at royna seg í evropeiskar kapping fyri felagslið í summar. 

 

Hitt íslendska liðið, Breiðablik sum er greitt oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini fekk eitt heppið lutakast. Breiðablik møtir UE Santa Coloma úr Andorra. 

 

Ísland hevur bara trý felagslið í teimum evropeisku kappingunum hesaferð. Føroyar hava fýra. 

 

Dystirnir í fyrsta undanumfarinum vera leiktir 7. og 14. juli.