Hallur og Vendsyssel taptu ímóti botnliði

Vejle megnaði javnleik uttan nakran føroying á liðnum

Føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vendsyssel FF og Vejle spældu sínar næstseinastu dystir í hesum kappingarárinum í dag.

 

Hallur Hansson og Vendsyssel taptu í dag 0-2 ímóti AB í Gladsaxe. AB kom á odda longu í fimta minutti. Vendsyssel hevði nóg mikið av málmøguleikum til at javna, og leggja seg á odda, men hesir vóru allir misnýttir. Hetta gagnnýtti botnliðið AB, og tá ein stórur tími var farin skoraðu teir sigursmálið til 2-0. Lokala blaðið "Nordjyske" staðfestir, at Hallur og liðfelagarnir brenna alt ov illa. 

 

Hjá Vejle var eingin føroyingur á vøllinum, tá Vejle í grannauppgerðini ímóti Horsens á útivølli megnaði javnleik 2-2. Jóan Símun Edmundsson hevði leikbann, meðan Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen eru uttanfyri við skaða.

 

Vendsyssel er nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 49 stigum. Vejle liggur á fimta plássi við 42 stigum. Vendsyssel kann tryggja sær triðja plássið í deildini, um teir vinna á Skiva komandi vikuskiftið, samstundis sum Lyngby, sum nú hevur 50 stig tapir ímóti Viborg. Triðja plássið gevur tó ikki nakra uppflyting.