Hallur við í týðandi sigri

Superliga: Føroyski landsliðsspælarin skeyt eitt av málunum í sera týdningarmiklum 2-1-sigri.

Tað vóru trý sera týdningarmikil stig upp á spæl, tá ið AC Horsens við føroyska Halli Hanssyni í byrjunaruppstillingini í kvøld var á vitjan hjá AGF í donsku Superliguni.


Talan var um eina dreymabyrjan hjá gestunum, tí longu eftir fýra minuttir hevði Hallur Hansson lagt AC Horsens á odda 1-0. Beint áðrenn hálvleikssteðginum økti Michael Lumb til 2-0.


10 minuttir inn í seinna hálvleik minkaði Martin Spelmann um munin til 2-1, men tað komu ikki fleiri mál í hesum dystinum, sum AC Horsens harvið vann 2-1.


Tey trý stigini senda AC Horsens aftur í topp 6. Teir eru júst 6. plássi, tvey stig frammanfyri AaB og Randers. Topp 6 sleppur í Superliga-endaspælið.