Í kvøld klokkan 20:00 spæla Týskland og Ghana í bólki G. Týskland vann sín fyrsta dyst í bólkinum greitt móti Portugal, meðan Ghana í evstu løtu tapti móti USA.
Tískil er setningurin hjá Ghana greiður til dystin í kvøld. Ghana má ikki tapa dystin.
Tað sjáldsama við dystinum í kvøld eru tveir hálvbeiggjar, ið leika fyri hvør sítt land.
Verjuleikarin hjá Týsklandi, Jerome Boateng, og miðvallarin hjá Ghana, Kevin Prince Boateng, hava felags ghanesiskan pápa, meðan teir ikki hava somu móður. Felags er tó, at móðurin hjá báðum kemur úr Týsklandi.
Brøðurnir báðir hava ein greiðan regul um, at tá teir leika móti hvørjum øðrum, tosa teir ikki saman dagarnar frammanundan. Báðir hittast eisini javnan í týsku deildini, tí Jerome Boateng spælir við Bayern Munchen, meðan Kevin Prince Boateng spælir við Schalke 04.
Boateng brøðurnir eru ikki tað einasta brøðraparið til HM í summar. Á liðnum hjá Honduras eru brøðurnir Wilson og Jerry Palacios. Og á liðnum hjá Fílabeinsstrondini leika teir báðir Kolo og Yaya Touré.