Hamas nærlesur uppskot um 60 daga vápnahvíld

Í Ísrael er vaksandi trýst á Netanyahu um vápnahvíld og at fáa seinastu gíslarnar heim úr Gaza.

Palestinsk bjargingarfólk royna at sløkkja eld eftir enn eitt ísraelskt álop á ein bygning í Gaza í dag. Talið av deyðum í 21 mánað langa krígnum er farið upp um 57.000 í Gazageiranum, vísa tøl frá palestinsku heilsumyndugleikunum. - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix

Palestinska Hamas-rørslan kannar í dag nærri tað, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kallað "endaliga" vápnahvíldaruppskotið fyri Gazageiran.

Tað boðar bólkurin frá sambært Reuters og øðrum miðlum.

Hamas legði afturat, at bólkurin vónar at fáa eina avtalu, sum fevnir um enda á krígnum og ísraelska afturtøku.

Í eini fráboðan endurtekur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at endamálið hjá Ísrael er at basa Hamas.

– Tað verður einki Hamas. Tað verður eingin "Hamastan". Tað fara vit ikki aftur til. Tað er liðugt, segði hann.

Trump segði týsdagin, at Ísrael hevur samtykt tær treytir, sum skulu til fyri at fáa 60 daga vápnahvíld í lag.

Fráboðanin kom eftir at amerikanskir sendimenn høvdu fund við ísraelsk embætisfólk.

Partarnir hava leingi hildið seg til hvør síni krøv og hava ikki megnað at fingið semju.

– Eg vóni, at tað fer at virka hesaferð. Sjálvt um tað bara er í tveir mánaðir, so fer tað at bjarga túsundtals ósekum lívum, sigur Kamal, sum býr í Gaza City, við Reuters í telefon.

Í Ísrael er vaksandi alment trýst á Netanyahu um at skriva undir varandi vápnahvíld og fáa heim seinastu gíslarnar, sum Hamas hevur í Gazageiranum.

Av teimum 50 gíslunum, sum enn eru á Gazageiranum, verða umleið 20 hildnir at vera á lívi.

Men konservativa høgrastjórnin hjá Netanyahu er ímóti varandi vápnahvíld.

Gideon Saar, uttanríkisráðharri, sigur tó, at Ísrael hevur eitt "álvarsligt ynski" um at skriva undir gíslaavtalu og vápnahvíld.

"Tað eru positiv tekin. Eg skal ikki siga meira enn tað beint nú." Men okkara mál er at byrja óbeinleiðis samráðingar sum skjótast, sigur Saar.

Í Gazageiranum siga palestinsku heilsumyndugleikarnir, at ísraelsk álop hava dripið í minsta lagi 139 palestinar seinasta samdøgrið.

Millum tey dripnu mikudagin er Marwan al-Sultan, sum var stjóri á einum sjúkrahúsi í norðara parti av Gazageiranum.

Í álopinum, sum rakti íbúð hansara í Gaza City, doyðu eisini kona hansara og fimm børn, siga palestinskar læknakeldur.

Ísraelski herurin vil ikki vátta, um sjúkrahússtjórin er dripin, men sigur, at hann hevur dripið ein "miðsavnandi yvirgangsmann" frá Hamas í økinum kring Gaza City.

 

/Ritzau/

 

Palestinsk bjargingarfólk royna at sløkkja eld eftir enn eitt ísraelskt álop á ein bygning í Gaza í dag. Talið av deyðum í 21 mánað langa krígnum er farið upp um 57.000 í Gazageiranum, vísa tøl frá palestinsku heilsumyndugleikunum. - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix