Hamas skotið rakett eftir Jerusalem

Ein rakett, sum kom úr Gaza, sprongdist seinnapartin beint uttan fyri Jerusalem, men sambært ísraelskum fjølmiðlum fekk einki fólk skaða. Útvarpið hjá ísraelska herinum sigur, at ávaringarlúrarnir í Jerusalem fóru at ýla, og at ávaringin var eisini galdandi fyri allar býirnar, sum eru nærhendis Jerusalem.

Nakað frammanundan skutu hernaðarligir palestinar eina rakett ímóti Tel Aviv, men heldur ikki hon gjørdi nakran skaða.

Seinni boðaði tann hernaðarligi vongurin av Hamas frá, at hann hevði sent eina Qasam-rakett ímóti Jerusalem.

Hamas hevur lovað at hevna, at ísraelsmenn beindu fyri tí hernaðarliga leiðaranum hjá rørsluni fyrr í vikuni. Ísraelska stjórnin sigur hinvegin, at hon fer at gera alt fyri at steðga rakettálopunum úr Gaza, og Ísrael hevur savnað nógva herútgerð við Gaza-markið.