Hamferð á pall í Føroyum fyri fyrstu ferð í trý ár

Bólkurin hevur givið nýggja fløgu út og leygarkvøldið verður útgávukonsert í Havn

 Í samband við at Hamferð hevur givið út sína nýggju fløgu, Támsins likam, verðurútgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn nú leygarkvøldið.

 

Teir í Hamferð siga, at hetta verður eitt serstakt tiltak, har øll tann nýggja fløgan verður  spæld úr enda í annan, og sostatt merkir tað, at nøkur løg verða spæld á konsert fyri fyrstu ferð nakrantíð. Hesi løgini verða harafturat framførd saman við teimum gestatónleikarum, ið eru við á plátuni sjálvari.

 

Tað eru liðin trý ár síðani Hamferð seinast spældi í Føroyum og við sær á konsertini, hevur Hamferð tann íslendska svartmálmsbólkin Auðn, sum hevur tryggjað sær sáttmála við stóra plátufelagið Season of Mist.

 

– Við tí felagnum útgav Auðn plátuna, Farvegir fyrndar, ið hevur fingið stóran heiður kring Evropa, siga teir í Hamferð.

 

Hamferð hevur júst vunnið eina FMA-virðisløn fyri lagið, Frosthvarv’, ið varð útgivið í desember, og sum eisini er við á nýggju fløguni finna.

 

Trýst á pílin og síggj, og hoyr Frosthvarv.