Hamlet fyri fyrstu ferð

Í november verður Hamlet á føroyskum palli.

Tað er Det Ferösche Compagnie, sum í november fer á pall við leikverkinum eftir William Shakespeare.

- Talan er um fyrstu pallseting av heimskenda leikverkinum í Føroyum, og longu nú er greitt, at eisini føroysku áskoðararnir eru spentir at uppliva leikin um Hamlet við føroyskum leikarum og á føroyskum máli, boðar sjónleikafelagið frá í tíðindabrævi.

Hans Tórgarð hevur týtt og tillagað leikritið til føroyskan pall og sjónleik, tó at tey vissa um, at týðingin framvegis er trúgv mótvegis upprunaskaldsliga málburðinum.

- Hetta er mest ambitiøsa leikverkið, sum "Det Ferösche Compagnie" er farið undir at fyrireika. Vit eru øll sera spent, og tað, at undirtøkan frá føroysku áskoðarunum tykist vera góð, ger, at vit fara at kýta okkum enn meira, fyri at skapa ein einastandandi leik, sigur leikstjórin Búi Dam.

Í løtuni fyrireika Det Ferösche Compagnie annað venjingarumfarið við luttakarunum í juli í Norðurlandahúsinum, har leikurin eisini verður sýndur fyri fyrstu ferð 8. november.