Í kvøld fara seks norðuratlansrisar at stríðast um heitið sum sterkastur í norðuratlantshavinum. Tað er føroya sterkasti maður, Bogi Hammer, sum bæði skipar fyri kappingini og skal luttaka vegna Føroyar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Boga Hammer
Tað er nakrir av teimum sterkastu í landinum, sum koma til Battle of the North. Tað eru sterkastu menninir úr Íslandi, Svøriki, Norra, Danmark, Onglandi og so Bogi Hammer úr Føroyum.
Stóra stjørnan og favoritturin at vinna kappingina er Hafþór Júlíus "Thor" Björnsson. 25 ára gamli íslendingurin er trífaldur íslendskur meistari. Bleiv fyri kortum nummar tvey í World Strongest Man(WSM), bara eitt hávt stig aftanfyri nummar eitt í heiminum. Hann 2,07 metrar til hæddar og vigar 190 kilo.
So tað er avgjørt ikki uttan orsøk, at Hafþór Júlíus "Thor" Björnsson er favorittur at vinna kappingina.
- Eg vænti, at hann verður heimsinssterkasti maður innan stutta tíð, sigur Bogi Hammer.
Hammer-time fyri seinastu ferð
Bogi Hammer sigur, at hetta er helst seianstu ferð, at hann luttekur í altjóða kapping. Hann er í sínum lívsformi og ynskir at enda móti heimselituni í styrki.
- Eg vænti, at hetta verður mín seinasta altjóða kapping. Tað verður hendan kapping og møguleika føroya sterkasti maður seinni í ár, so tveiti eg handklæði í ringin, sigur Bogi Hammer.
Sterk mótstøða
Ole Martin Hansen úr Noregi vann í fjør heitið, sum sterkasti maður í Noregi.Ole Martin hevur roynt seg til undankapping til WSM. Hann er 1.86 til hæddar og vigar 150 kilo. Hann er 35 ára gamal.
Sebastian Davidsson úr Svøríki. Hann bleiv nummar tvey í kappingini um at gerast sterkasti maður í Svøríki í 2013. Hann hevur vunnið nógvar kappingar í Svøríki. Hann er 1.93 metrar til hæddar, vigar 140 kilo, og er 34 ára gamal. Maðurin, ið annars er sterkasti maður í Svøríki, mátti melda frá vegna skaða. Sebastian gjørdist nummar 8 til WSM í fjør, so støðið er rættiliga høgt í Svøríki.
Nicolai Hansen hevur verið í Føroym tvey tey síðstu árini, so hann er ikki ókendur her á leiðum. Hann hevur vunnið heitið, sum sterkasti maður í Danmark fimm tey seinastu árini. Nicolai er 1.88 metrar til hæddar, vigar 145 kilo og er 38 ára gamal. Hann hevur eisini heimsins sterkasta ”greb”, ella sagt við øðrum orðum - hendur.
Laurence Shahlaei er sterkasti maður í Onglandi. Hann vann heitið, sum sterikasti maður í Onglandi í 2010. Laurence gjørdist eisini sterkasti maður í Stórabretlandi í 2012-2013, og hann gjørdist nummar fýra til WSM í 2011. Laurence er 1.89 metrar til hæddar, vigar 156 kilo, og er 33 ára gamal
Seinast, men ikki minst er at nevna okkara egna Boga Hammer, ið gjørdist føroya sterkasti maður í fjør. Bogi er eisini føroyameistari í powerlifting í Føroyum í 2012 og 2013. Bogi er 1.93 metrar til hæddar, vigar 125 kilo, og er 37 ára gamal.
Battle of the North verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.