8. apríl í ár eru 100 ár liðin, síðani V.U. Hammershaimb doyði, og í hesum sambandi verður hann heiðraður við einari framsýning á Føroya landsbókasavni.
Framsýningin lýsir lívsverkið hjá V.U, Hammershaimb í myndum, útgávum, handritum o.ø.
Framsýningin letur upp mánadagin 6. apríl og verður standandi til 1.juli.