Hamonikulið vitjar Frelsunarherin í Vági

”Syngið við” tiltak, saman við harmonikuleikarum úr øllum landinum, verður leygardagin í Frelsunarherinum í Vági. Hendan sangløtan verður kl 15.00.

-Vit syngja kendar sangir, og eisini verður ein ein góður drekkamunnur at fáa. Hesar sangløtur eru vanliga sera væl vitjaðar, siga tey í Frelsunarherinum í Vági.

 

Talan er um eini 15 harmonikuleikarar úr øllum Føroyum, sum fara til Suðuroyar at vitja. Hetta fyrstu ferð teir vitja í Suðuroy ,og er hetta eisini fyrsti túrur teirra eftir ein summarsteðg.