Hampiligur streymur og hampiligt veður

Bæði týsdagin og mikudagin siga veðurforsøgnirnar lítlan og ongan vind, og tí eru útlit til útróður í vikuni

Fiskamarknaður Føroya roknar við einum ella tveimum línuskipum í næstu viku. Annað skipið roynir undir Føroyum, hitt undir Íslandi.
Um útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og tí væntar marknaðurin nakað av útróðrarfiski, um veðrið verður til vildar.
DMI sigur um veðrið týsdagin og mikudagin, at hann verður høgur í ættini, 3-8 m./ sek.
- Djúpvatnstrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska upsa, men fiskiskapurin er sum heild smáligur.
Fiskamarknaður Føroya vísir á, at seks partrolarar - ella trý pør - fiska gulllaks, meðan hinir fiska upsa.
- Fiskiskapurin hjá partrolaranum, sum fiska upsa, er smáligur.
Lagt verður aftrat, at allir trolbátarnir lógu við bryggju fríggjadagin, men møguliga loysti onkur bátur í vikuskiftinum.
Mikudagin væntar Fiskamarknaður Føroya tvey garnaskip inn at landa. Annar fiskar havtasku, hin svartkalva.