Hamranes og Breiðanes dagførdir í Thyborøn

- Vit ynskja flakavirkinum bestu eydnu við virkinum framyvir, og vit ynskja Hamranesi og Breiðanesi góðan fiskiskap, siga tey í Hvalbiar kommunu

- Gleðiligt at síggja Hamranes og Breiðanes aftur á Hvalbiarfirði, nú teir eru komnir heim úr Thyborøn eftir umfatandi dagføringar.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu, og har víst verður á, at arbeiðið í Danmark hevur tikið hálvan sjeynda mánað.

 

- Vit takka leiðslu og starvsfólkum á flakavirkinum fyri tað megnar arbeiði, sum tey hava gjørt, har tað hevur eydnast at halda virkið koyrandi alt árið.

 

Og lagt verður aftrat:

 

- Hettar hevur verið við til at tryggjað arbeiðspláss og ikki minst trivnað í sóknini.   

 

Í Hvalbiar kommunu ynskja tey flakavirkinum bestu eydnu við virkinum framyvir, samstundis sum tey ynskja Hamranesi og Breiðanesi góðan fiskiskap.