UMMÆLI
Jákup Mørk
At geva fótbóltsbøkur út, er als ikki nakað nýtt fyribrigdi her heima. Tvørtur ímóti hevur tað nú í 10 ár verið fastur táttur, at árbók er komin um landskappingina, eins og bók um altjóða tilveruna hjá A-landsliði okkara hevur verið útgivin.
Hvat er so tað, sum ger, at útgávan hjá Súna Merkistein »Føroyar í HM-fótbólti« hevur uppiborið eitt serstakt ummæli?
Svarið er einfalt. Bókin, sum ber undirheitið »Undankappingin 2000/2001« snýr seg sjálvandi um fótbólt, men har umframt snýr hon seg eisini um so øgiliga nógv annað av tí, sum fyriferst kring landsliðið.
Har aðrar bøkur av sínum slag hava sum aðalmál at draga samanum, og lýsa teir dystir, sum landsliðið hevur leikt, so er hetta mest sum minsti parturin av bókini, og tað er so í øllum førum nakað nýtt.
PERMAN MISPRÝÐIR
Hóast hesi vøkru orð, so er tó eitt, sum misprýðir bókina, og tað er perman. Tað er stórt spell, at ein bók av slíkum slag, ikki er at fáa við stívari permu.
Helst er tað óttin fyri, at bókin hevði verið ov dýr, sum hevur gjørt, at hetta er frávalt, men spurningurin er, um tað so ikki hevði verið betri at spart upp á onkrar av vøkru litmyndunum.
Tær eru eisini nógvar í tali. Myndirnar. Men tær verða ongan tíð tað berandi elementið í slíkari útgávu. Tað er perman kanska heldur ikki, men ein bók av slíkum slag eigur snøgt sagt at síggja út av meira enn einari »paperback-útgávu«.
VÆL SKRIVAÐ
Verður kortini farið inn í bókina, so er eisini skjótt greitt, at innihaldinum bilar einki. Ein sveimandi, hugleiðandi, afturlítandi og ikki minst vælskrivaðum fyrsti kapitul er allur sum hann er halgaður til eitt bóltspark. Tað hjá Øssuri Hansen, tá hann tryggjaði Føroyum javnleikin móti Slovenia, sum helst var størsta bragdið í hesari undankappingini.
Hetta slagið av skriving, sum Súni Merkistein her avdúkar, minnir ikki sørt um navnframa danan, Per Høyer Hansen, sum í mong ár varð mettur at vera fremsti danski ítróttarblaðmaðurin. Ivaleyst hevur tað eisini verið við dananum í huganum, at fyrsti parturin er skrivaður, og skal rætt vera rætt, so er hendan royndin hjá Súna sera væleydnað.
Eisini seinasti parturin í bókini, har endin av føroyska tíðarskeiðinum hjá Allani Simonsen verður umrøddur, ber brá av líknandi skrivingarlagi, og tann parturin fellir eins væl í eyguni, sum hin fyrsti.
FRÁSAGNIRNAR
Tað eru hinir 13 partarnir í bókini eisini. Sum nevnt omanfyri, so snýr bókin seg um so nógv annað enn bara spælið við bóltinum, og tað er ein frægd at liva seg inn í, hvussu alt vásið kring ymsu dystirnar hevur lagað seg. Ikki minst á ferðunum til Russlands og Jugoslavia, har fleiri meira ella minni skemtiligar ? fyri ikki at siga klombrutar ? søgur eru á skránni.
Í hesum viðfangi skal eisini verða nevnt, at konsekventi frásøguhátturin í bókini so avgjørt stimbrar uppundir, at lesarin fær innlivað seg í støðurnar. Skrivað verður alla tíðina í nútíð og fyrstapersóni, tá greitt verður frá hendingum, sum hava tikið seg upp, og stuttligt er at síggja, hvussu nógvir smálutir eru við í frásagnunum, sum til dømis í hesum brotinum av russlandsferðini.
»Trý fólk eru á skrivstovuni, tveir tilkomnir men og eitt yngri konufólk. Ivan skiftir orð við annan av monnunum, hann er heldur førur og jótrar seigliga okkurt tyggigummi í munninum. Okkum vendir hann sær ikki til, er helst ikki stívur í enskum, og tí fer alt samskiftið um Ivan.«
Soleiðis er alla tíðina, tá hendingar verða lýstar, meðan talan er um ein meira afturlítandi frásøguhátt, tá tikið verður samanum, ella greiðast skal nærri frá onkrum.
Kanska eitt sindur serstakt við slíkari nýtslu av frásøguhátti, men aftur ein roynd, sum høvundurin sleppur væl frá.
BEINRAKIN
Á baksíðuni á bókini verður millum annað sagt um bókina, at hurðin til landsliðið verður gloppað innanífrá, og at ljós verður varpað á tað, sum fer fram handan leiktjøldini.
Kanska stór orð, men helst er tað júst hesin parturin av bókini, sum er tann mest áhugaverdi. Súni Merkistein bæði dugir og ikki minst torir at vera beinrakin, tá hendingar kring liðið verða umrøddar.
Avboð og væntandi úttøkur verða lagdar undir sjóneyku, eins og fráveran hjá Toda Jónsson fær sína serstaka viðgerð, og hjá teimum, sum annars hava fylgt væl við landsliðnum, kann meira enn so vera, at okkurt nýtt er at lesa í hesum. Ikki minst tí høvundurin hevur havt dirvi til at skera inn á bein.
Kanska vil onkur vera við, at skurðurin er somikið djúpur, at hann viðhvørt stígur inn um markið millum tað fakliga og persónliga, men bókin er somikið stóran mun merkt av persónligum upplivingum, at tað valla fær verið øðrvísi. Og í øllum førum er stigið ongan tíð somikið stórt, at høvundurin ikki fær staðið inni fyri tí, sum skrivað er.
TRÝ Í EINUM
Samanumtikið er bókin mest sum eitt fullkomið yvirlit yvir tann partin av føroyskari fótbóltssøgu, sum eitur HM-undankappingin 2000/2001. Spektrið í bókini er tó somikið breitt, at hon væl kann lesast av øðrum enn fótbóltsfólki, tó at reyði tráðurin í bókini sjálvandi snýr seg um fótbólt.
Vandin í slíkari bók er sjálvandi, at høvundurin mest sum setir seg millum tveir stólar. Øðrumegin skal talan vera um eina fótbóltsbók ? ætlað fótbóltsfólki ? meðan hon samstundis skal vera álík eini skaldsøgu.
Tað er ofta, at slíkt eksperiment miseydnast, men hesa ferð er Súni Merkistein sloppin óvanliga væl frá uppgávuni. Somikið væl, at talan nærum er um tríggjar bøkur í einum.
Kanska er hon fyrst og fremst ein fótbóltsbók um landsliðið við stuttum dystarfrásagnum og neyðugu hagtølunum.
Harafturat er tó eisini talan um eina skaldsøgu. Ein søga um undankappingina 2000/2001 við øllum tí, sum hartil hoyrir. Uttanlandsferðir, fremmand mentan, klandur av ymsum slag og bæði halló og farvæl til meira ella minni almennar persónar.
Í triðja lagi er bókin eisini nakað annað. Eitt stuttsøgusavn. Tí hóast partarnir í bókini sjálvandi eru framhald av hvørjum øðrum, so eru teir somikið sjálvstøðugir, at tað saktans ber til at lesa teir einsæris.